Tríggir vilja verða landsliðsvenjari

Herfyri hevði Hondbóltssamband Føroya lýsing í bløðunum, har lýst var eftir venjara til føroyska manslandsliðsliðið. Tríggir persónar hava søkt starvið

Áhugin fyri at gerast venjari hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti tykist ikki verða serliga stórur. Hóast lýst var eftir venjara í drúgva tíð, eru einans tríggjar umsóknir komnar til starvið.

Vænta avgerð fyri ólavsøku
Rógvi Nielsen frá hondbóltssambandinum sigur, at av teimum trimum umsøkjarunum, hevur bert tann eini verið til samrøðu higartil. Av tí at summarfrítíð er, er trupult at savna fólk, men væntandi verða samrøður við hinar báðar umsøkjararnar í næstum, og Rógvi Nielsen væntar, at Hondbóltssamband Føroya fer at taka ein avgerð um, hvør næsti landsliðsvenjarin skal verða, áðrenn ólavsøku. Rógvi Nielsen vil ikki gera nakrar stórvegis viðmerkingar, men hann váttar tó, at allir tríggir umsøkjararnir eru búsitandi í Føroyum. Nýggi venjarin skal taka við eftir dananum Lars Nedergaard, sum í samráð við HSF legði frá sær fyrr í ár.