Tríggir veteranar eru nú heiðurslimir

 Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund, og har varð einmælt samtykt at útnevna teir tríggjar, Heina Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø, til heiðurslimir í felagnum.

 

– Hesir tríggir stovnaðu, saman við øðrum, felagið fyri 50 árum síðan og tað standa mangir varðar eftir teir kring landið, sigur felagið. Teir hava verið við til at byggja landið og at gera til tað samfelag, vit kenna í dag, leggur felagið afturat. Umframt heiðurin, fingu teir eisini eina gávu, ið er gjørd á Grótvirkinum í Skopun.

 

Á aðalfundinum tóku Michael Thomsen og Kári Lamhauge ikki við afturvali í nevndina, og í teirra stað vórðu Maria Chun Nielsdóttir og Súsanna Berg, vald. Leon Smith, ið hevur verið formaður seinastu árini, bar seg eisini undan at halda fram, og eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni og Mariu Chun Nielsdóttir sum næstforkvinna. Skrivari er Fríðrik Heinesen og Jákup Mørkøre er kassameistari, Leon Smith er nevndarlimur og Bjarni Petersen, og Súsannu Berg, eru tiltakslimir.