Á Tvøroyri siga tey, at veiðan hjá Proenix var blandað; upsi, hýsa, svartkalvi og onnur fiskasløg.
Suðringur og Rankin
Tveir aðrir djúpvatnstrolarar, Suðringur og Rankin, hava eisini lagt veiðina upp til Fiskavirking á Tvøroyri hesa vikuna. Suðringur var inni við 2.000 kassum og Rankin við 1700 kassum. Veiðan hjá hesum báðum trolarunum býtti seg á nøkulunda sama hátt sum hjá Phoenix.
Á Fiskavikring á Tvøroyri hava tey ivaleyst at takast við um dagarnar.