Í næstu viku verður nýggjur stjóri settur fyri Ferðaráð Føroya.
Nevndin er liðug við sítt arbeiði og hevur latið landsstýrismanninum við vinnumálum, Finnboga Arge, innstillingina.
Sosialurin hevur frætt, at tað eru innstillaðir tríggir persónar til starvið sum nýggjur ferðastjóri - tvey mannfólk og ein kvinna.
Hvør tað er og í hvørjari raðfylgju tey eru innstillað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking, at hann fer at hyggja at innstillingini ein av allarfyrstu døgunum og hann roknar við, at nýggi stjórin verður settur fyrst í næstu viku.
Hetta samsvarar væl við ætlanirnar hjá Ferðaráðnum um at nýggi stjórin skal taka við 1. apríl. Kemur nýggi stjórin úr øðrum starvi, skal hann hava tíð at loysa seg haðani og tað tekur sum oftast ein mánað at loysa seg úr einum starvi.