Mánakvøldið var ársaðalfundur í B36.
Aðalfundirin byrjaði við at minnast Kjartan Mohr, sum andaðist í fjør. Hann sat leingi í nevndini hjá B36, mest sum kassameistari, men eitt skifti sum formaður.
Nevndarval var eisini á skránni. Símun Midjord og Heiðrikur Christiansen takkaðu fyri seg og tí skuldi nýggir limir í nevndina. Nýggju limirnir eru Jóannes Guttesen, Símun Joensen og Jákup Lamhauge
Starvsnevndin hjá B36 telur nú sostatt 8 limir, og skipaði nevndin seg eftir aðalfundin.
Rúni Herup Olsen, formaður
Sámal Ímundarsson, næstformaður
Rolf Herup Olsen, kassameistari
Anja Weihe, nevndarlimur
Jóannes Guttesen, nevndarlimur
Símun Joensen, nevndarlimur
Jákup Lamhauge, nevndarlimur
Nanna Kallsberg, umboð fyri í ungdómnevndina í starvsnevndini