Tríggir missa kortið

Løgreglan hevur um vikuskiftið verið úti við ferðmátaranum, og tríggir bilførarar fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum

Løgreglan var í Kaldbaksbotni leygarmorgunin og fangaði tveir bilførarar, sum koyrdu 116 og 117 kilometrar um tíman. Hetta hevur við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum og ein tvey ára treytaðan dóm. Sunnumorgunin var ferðsluløgreglan aftur í Kaldbaksbotni og tók enn ein bilførara. Tilsamans seks frágreiðingar vóru skrivaðar. Ein bilførari var eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Fríggjamorgunin var løgreglan í Kommunuskúlanum og tók fimm ólógligar skutarar og knallertir. Trupulleikin hjá løgregluni er, at skutarar mangan koyra undan løgregluni eftir smalum vegum, har bilarnir ikki kunnu koyra og tí er neyðugt at fremja onnur tiltøk móti knallertum og skutarum.
Sunnudagin boðaði ein bileigari frá, at onkur hevði roynt at stolið bilin við at klippa leidningarnar til startaran av, men hetta miseydnaðist.