Tað var rættiligt rok uttanfyri náttklubban, Casablanca í Havn sunnunáttina. Bardagi tók seg upp ímillum fleiri mans. Men tað er ikki lætt at fáa greiði á, hvat veruliga fór fram og løgreglan er ikki serliga hjálpsom við smálutum um hendingina. Í fyrra lagi eru kanningarnar komnar alt ov stutt og í øðrum lagi hevði tað verið brot á tagnarskyldina.
Men Jón Klein Olsen á polistøðini, sigur, at nú avtornar, eru tríggir mans skuldsettir fyri harðskap eftir ófrið uttanfyri Casablanca sunnunáttina.
Talan er um ein 55 ára gamlan mann og tveir 21 ára gamlar mans og málið ímóti teimum gongur so sína gongd.
Politisturin sigur, at tað er ikki lætt at fáa greiði á, hvat er hent, tí nógv vitni skulu avhoyrast.
Men fyribilskanningarnar benda á, at tað sum førdi til ófriðin, var, at teir báðir 21 ára gomlu høvdu ætlað sær inn í Casablanca, men at teir ikki sluppu inn, tí at tað var fult.
Meiri kann politiið ikki siga um tað, sum hendi. Men Jón Klein Olsen sigur, at hald er lagt á eitt sleggjuskaft, sum varð brúkt í harðskapinum.
Sum kunnugt er tað Mouldi Manai, sum eigur Casablanca.
Og eftir at hann týsdagin hevði greitt okkum frá sínari søgu, hava rættiliga nógv fólk gjørt vart við seg, tí tey siga, at tað, sum hann greiðir frá, er ikki í samsvari við veruleikan.
Reyði tráðurin í tí, sum sagt verður, er, at tað var ikki Mouldi Manai, sum var avbukaður. Tvørturímóti var tað hann, sum legði á við einum træskafti.
Sostatt sigur hvør sína søgu og tí er tað trupult at fáa greiði á, hvat veruliga er hent. Men frá góðum keldum hava vit fingið at vita, at tann 55 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, er sjálvur Mouldi Manai. Aðrar keldur hava upplýst fyri okkum, at tað, sum í stuttum fór fram, var, at fyrst var Mouldi Manai drigin út í tún og bukaður. Men aftaná kom hann útaftur og legði á hinar báðar við einum sleggjuskafti.
Í samrøðu við Sosialin nú, viðgongur hann eisini, at hann hevur verið eftir monnunum við sleggjuskaftinum og at hann hevði sligið teir við tí - men hinir slóu eisini.........
Tað, sum rætturin nú skal taka støðu til, er m.a. um hann gjørdi tað í neyðverju, tí hann føldi seg hóttan, ella ikki, ella um tað var hann, sum leyp á.









