Kappróðrarárið er meiri enn hálvrunnið. Fjórða av teimum sjey FM kappingunum var leygardagin á Jóansøkuni á Tvøroyri. Í trimum av teimum seks kappingunum vóru vinnarar, sum ikki hava verið fyrstir á mál fyrr í ár. Nólsoyingurin vann 10?mannafararóðurin, Jarnbardur vann kappingina millum 6?mannafør við monnum, og Havfrúgvin úr Vestmanna við dreingjamanning syrgdi fyri, at tað aftur hesa ferð var ein vinnari uttanfyri Suðurstreymoyar valdømi.
Enn er eingin FM vinnari funnin. Men tað er heilt nógv, sum bendir á, at í hvussu so er ein og kanska tveir meistarar fara at verða kjósaðir í Fuglafirði nú leygardagin. Tvær manningar hava higartil verið einaráðandi í sínum kappingum. Tær eru báðar úr Havnar Róðrarfelag, sum er størsta og mest vinnandi felagnum í landinum.
8?mannafarið Ørvur og 6?mannafarið Gongurólvur við kvinnumanning hava vunnið allar fýra ferðirnar. Ørvur er undan Varmakeldustevnuni fimm stig frammanfyri Argjabátin, og Gongurólvur er tíggju stig undan Páll Fanga. Um gongdin leygardagin verður, sum hon hevur verið higartil í ár, so fara kvinnurnar umborð á Gongurólvi eftir kappingina leygardagin at vera tólv stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar, meðan Ørvur fer at verða í hvussu so er sjey stig undan teimum næstu.
Teinarnir
Í Fuglafirði fer at verða kappast á øllum trimum teinunum. Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað fer at verða kappast á 1500 og 2000 metrum. Tvær tær síðstu kappingarnar fara at verða í Sandavági 12. juli og so í Havnini ólavsøkuaftan. Í hesum kappingunum fara allir seks róðrarnir at ganga fyri seg á styttsta teininum.
Millum róðrarfólk verður mett, at tað kann fara at hava ávirkan á úrslitini í kappingini millum 6?mannaførini við monnum, 8?mannaførini og 10?mannaførini, at tað ikki fer at verða kappast á longru teinunum. Tað er tó lítið sannlíkt, at stutti róðrarteinurin á nakran hátt fer at skala 8?mannafarið Ørv, ið hevur verið mest sannførandi vinnarin av øllum í ár.
Bæði í kappingini millum 6?mannafør við monnum og 10?mannaførini hava tríggir vinnarar verið í teimum fýra kappingunum, sum higartil hava verið. Á Norðoyastevnu vann Havnarbáturin kappingina millum 10?mannaførini, sum ta ferðina var á 1500 metrum.