Tríggir fyrstu flokkar í summar

62 børn fara í fyrsta flokk í Klaksvík komandi skúlaár

Klaksvík:
Tað verða sostatt tríggir fyrstu flokkar, tá skúlarnir byrja aftur mánadagin 19. august. Tveir verða í skúlanum á Ziskatrøð og ein í skúlanum við Ósánna. Fyrstu flokkarnir í skúlanum á Ziskatrøð ganga í skúla fyrrapartar, meðan tey í skúlanum við Ósánna eru í skúla seinnapartar. Hetta kemur av hølistrupulleikum. Fyrstu og annar flokkarnir í skúlanum við Ósánna deilast um skúlastovurnar, og tí er ikki gjørligt at hava fyrsta flokk um morgunin eisini. Tað eru í dag tveir annar flokkar í skúlanum.
Børnini, sum skulu byrja í fyrsta flokki fara tó ikki í skúla fyrr enn mikudagin 21. august, meðan hini børnini sum nevnt fara 19. august.