Áhugaverdir fyrilestrar um Darwin, og hansara ávirkan á bókmentir, jarðfrøði og um ættartalvur verða á Náttúrugripasavninum mikukvøldið 11. november 2009
Tríggir ymiskir fyrilestrar eru á skránni:
Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur har evnið er ávirkanin á bókmentir,
Rolf Guttesen heldur fyrilestur við heitinum »Heiman og handan Darwin. Filosofiskir tankar um evolutiónsteoriina« og
Gunnvør D. Hoydal hevur fyrilestur um fylogeni (ættartalvur) og biosemiotik (samskifti sínámillum og við umhvørvið hjá livandi verum).
Høvi verður eisini at síggja smærri framsýningar við lutum úr føroysku náttúruni, ið lýsa læru Darwins.
Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikukvøldið 11. november 2009, kl. 19.30.
2009 serstakt Darwin ár
Tiltakið 11. november er fjórða og síðsta tiltakið í røðini, ið verða skipað í sambandi við, at 2009 er lýst sum eitt serstakt Darwin ár ? tað eru 200 ársíðani Charles Darwin varð borin í heim, og 150 ár síðani bókin On the Origin of Species kom út. Og hetta vilja vit eisini hátíðarhalda í Føroyum.
Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá tilrættis fyri 2009, har vit á ymiskan hátt lýsa persónin Charles Darwin, læruna um lívmenning og hvønn týdning hansara arbeiðið eftirfylgjandi hevur havt á m.a. lívfrøði, heimspeki og bókmentir.
- Læran hjá Darwin ? at tær livandi verurnar eru vorðnar til við náttúrligari útveljing gjøgnum milliónir av árum ? hevur kollvelt okkara fatan av heiminum, og hevur lært okkum at síggja okkum sjálvi sum ein part av náttúruni, siga Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið í tíðindaskrivi.