Tríggir dystir í bólki sjey

Umframt landsdystin hjá Føroyum leygardagin, so verða tveir aðrir dystir eisini spældir í bólki 7, har Føroyar er eitt av liðunum.

Á Lia Manoili í Bukarest spæla Rumenia og Litava, og í Ernst Happel-leikvøllinum í Wien tekur Eysturríki ímóti Fraklandi.

Og mikukvøldið eru aftur tríggir dystir á skránni. Tá vitjar Rumenia á Tórsvølli í Havn. Frakland hevur tá heimavøll á Stade de France móti Serbia, og á Zalgiris Stadium tekur Litava ímóti Eysturríki.