Um hálvgum seks tíðina í kvøld sóust tríggir bóghvítuhval spæla sær út fyri Válgaravík á Penaplássi úti við Strond í Havn. Teir svumu oman gjøgnum fjørðin, og vit fingu hesar myndirnar við Eystfalssker, sum liggur uttanvert sethúsini hjá Færøernes Kommandi yviri við Strond
Tað sigst um bóghvítuhval, at hann etur alt, sum fyri kjaftin kemur. Og tað sóu eygnavitnini yviri við Strond í Havn í dag eisini. Á myndunum síggja vit, at tann eini hvalurin tekur ein fugl, sum situr á sjónum. Fuglurin roynir at flúgva undan, men bóghvítuhvalurin fær hann kortini - og gloypir honum.
Bóghvítuhvalur er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hornið á kallhvalinum er stórt og tríhyrnt, á kvennhvalinum minni og meira árundað aftantil.
?Kallhvalurin verður upp í 10 m langur, kvennhvalurin upp í 8.5 m. Bóghvítuhvalur hevur 10-13, 6-8 cm langar tenn hvørjumegin í kjaftinum, og sum sagt etur hann alt, sum fyri kjaftin rekur, høgguslokk, brugdu og fisk, eitt nú laks, sild, tosk, svartkalva, makrel, tunfisk og arnaskøtu og fugl, sum situr á sjónum ella skerjum, somuleiðis stóran og smáan kóp og hval. Í Grønlandi drepur hann fitt av náhvali og hvíthvali.??Hildið verður, at bóg-hvítuhvalur verður meira enn 50 ára gamal. ??Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um úr heitum sjógvi og norður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyri Lofot, millum Føroya og Íslands, eisini undir Íslandi. Hann gongur í smábólkum, sum kortini kunnu taka seg saman í stórar flokkar upp ímóti 1000 hval. Í smábólkunum eru kvennhvalir og kall-og kvennhvølpar teirra. ??Stovnurin er mettur at vera 8.500-13.000 hval í landnyrðingspartinum í Atlantshavi, og bóghvítuhvalur er ikki friðaður. Allastaðni er hann til miklan ampa fyri fiskiskapin, tí hann tekur agnið av húkinum og etur fiskin, ið á er.