Tríggir av tíggju grønlendingum eru fátækir

Nýggj kanning vísir at 35 prosent av grønlendsku íbúgvunum liva undir evropeiska fátækramarkinum Neyðugt er við politiskum átøkum móti fátækradømi í Grønlandi. Tað heldur Birger Poppel, ið er samfelagsgranskari við grønlendska setrið Ilisimatusarfik.

Saman við starvsfelagum hevur hann gjørt eina kannina av livikorunum í Grønlandi.

Kanningin vísir at 15 prosent av grønlendsku íbúgvunum liva undir fátækramarkinum, ið er galdandi í USA og Kanada, har arktisk øki við líknandi livikorum sum tey grønlendsku liggja.

- Fylgir man harafturímóti tí evropeiska markinum, eru heili 35 prosent av grønlendsku íbúgvunum tað, vit í Danmark vildu kallað fátøk, sigur Birger Poppel við sendingina Orientering á P1 hjá Danmarks Radio.

- Tey fátækastu eru vanliga tey, ið liva eitt siðbundið veiðimannalív, sigur Birger Poppel. Tey búgva í Norður- og Eysturgrønlandi, ofta trý ættarlið undir somu lon.

Birger Poppel eftirlýsir politisk átøk tiltess at koma fátækradøminum í Grønlandi til lívs.

- Tað er neyðugt at fáa uppbygt reel arbeiðspláss í útjaðarunum og at útbúgva fólkið, soleiðs at tey kunnu átaka sær ymisk lønararbeiði, sigur Birger Poppel við P1.

UNICEF upplýsti fyrradagin, at mann nú setir Grønland á listan yvir lond, ið ikki halda Barnarættindasáttmálan hjá ST. Tað er orskaða av eini kanning, ið metir sætta hvørt grønlendskt barn svøltir.

Í Føroyum er eingin tílík kanning gjørd.