John Simonsen er ættaður úr Hvannasundi, men býr í Klaksvík.
Hann kennir tí til málið frá báðum síðum. Men sum hann tekur til:
- Eg eri bangin fyri, at vit verða forsømd í eini samanlegging. Eg vil ikki hopa, at teir leggja saman, sigur John.
Hann hevur hesa støðuna út frá tí veruleika, at Hvannasund er eitt minni øki í mun til Klaksvík, og at tað vísir seg mangan, at tey størru økini verða meiri raðfest enn tey smærru.
- Tað er so skjótt, at átrokandi mál verða forsømd, til dømis tá talan er um útstykkingar og umstøðurnar til vinnulívið.
- Hygg bara eftir Árnafirði. Teir sum tá vóru í mínum aldri, høvdu trupulleikar við at fáa grundøki har. Har hevur lítil menning verið tey seinnu árini, og tí hon er við at doyggja út, sigur hann avgjørdur.
OBS: Les eisini viðmerkingarnar hjá øðrum bygdarfólkum í teigunum "Trý á gøtuni" og greinina "Eitt sund millum bygdarfólkið"!