Trý frystilínuskip í Grønlandi

Í løtuni eru tíggju línuskip til fiskiskap. Talan er bæði um ísfiskalínuskip og frystilínuskip, harav trý eru í Grønlandi.

Trý ísfiskalínuskip fiska á djúpum vatni eftir longu og brosmu, og væntandi kemur eitt av hesum skipum inn at landa í næstu viku og hini bæði í aðru viku.

 

Trý onnur ísfiskalínuskip, sum eisini eru til fiskiskap, fáa mest av toski, svartkalva og nakað av blálongu, og væntandi landa øll hesi skipini í endanum av næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý frystilínuskip í løtuni fiska í grønlendskum sjógvi. Tey fáa mest av toski og nakað av longu.

 

Eitt frystilínuskip er eisini til fiskiskap undir Føroyum.

 

Útlitini til útróður eru hampilig, tó at streymurin nú harðnar. Men, væntandi verður veðrið hampiliga gott, serliga í byrjanini av vikuni.

 

- Helst verður nakað av útróðri fyrst í vikuni sum kemur. Talan er mest um snellufisk, men nakað kemur eisini frá bátum, sum fiska við línu, verður lagt aftrat.