Festivalurin í Jelling hevur seinnu árini valt sær ein Prix-bólk at spæla á sínum festivali, og tað fara Lars Mortensen og hansara fólk aftur at gera í ár.
Prix-bólkurin skal spæla á teltpallinum Jelling Festivalinum fríggjadagin 27. mai kl. 12.00. Sama dag um sjey-tíðina verður Teitur Lassen at hoyra á hesum palli. Og eitt triðja føroyskt navn verður við, tí leygarkvøldið 28. mai kl. 21.05 fer Guðrun Sólja Jacobsen at syngja á Jelling Festivalinum.