Trý føroysk línuskip til Eysturgrønlands

Tvey føroysk ísfiskalínuskip og tvey frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi í løtuni.

 

Tað fiska bara tvey ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip undir Føroyum í løtuni, og væntandi kemur bara annað av ísfiskaskipunum inn at landa í næstu viku. Hitt kemur helst tíðliga í vikuni eftir.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu.

- Tvey føroysk ísfiskalínuskip og tvey frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi í løtuni. Annað ísfiskalínuskipið landar væntandi síðst í næstu viku, og hitt landar tíðliga í vikuni eftir.

Føroysku línuskipini í íslendskum sjógvi fáa mest av toski.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at trý línuskip fara til Eysturgrønlands at fiska. Veiðan verður helst toskur og so nakað av brosmu.

- Streymurin verður góður í vikuni, sum kemur, men tað verður nógv høgætt, tó ikki so nógvur vindur. Vit vænta tískil ikki so nógvan útróður í næstu viku, verður lagt aftrat.