Trý fólk skotin í handli í USA

Trý fólk eru skotin í einum handilshúsum í býnum Old Bridge í New Jersey í USA. Tilburðurin var í morgun lokala tíð, áðrenn handilin lat upp, so tað vóru bara starvsfólk inni í handlinum, sigur ABC News. Aðrir fjølmiðlar siga, at gerningsmaðurin arbeiddi ella hevur arbeitt í handlinum.

CBC sigur, at gerningsmaðurin skeyt tvey av starvsfólkunum og síðani seg sjálvan. Hini starvsfólkini vóru fingin út og inn í ein annan handil.

Sagt verður, at stór løgreglulið hava kringsett handilin.