Trý fólk heiðrað av Ferslutrygd

Fríggjadagin 9. mars var tíðindafundur hjá Ferðslutrygd í hølum Starvsmannafelagsins í J.C. Schrøthersgøtu í sambandi við eitt nýtt átak Talan er um eitt átak fyri at fáa ungar dreingir at vera meira ansnar í ferðsluni.

Í sambandi við átakið eru ymiskar ?jinglur? gjørdar at senda í útvarpi, har vit hoyra genturøddir biðja dreingir ansa sær í ferðsluni. Teksturin verður eisini at síggja í bløðunum, saman við mynd av gentunum.

Á tíðindafundinum greiddi Jákup Veyhe, lýsingarmaður, frá um konseptið í átakinum.

Ferðslutrygd hátíðarhelt eisini, at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð varð skipað fyri dagsskeiðum fyri næmingum í miðnámsskúlunum, og ein eftirmeting varð gjørd av tí arbeiðinum hesi 10 árini.

Til staðar á fundinum vóru eisini manningin, sum hevur staðið fyri dagsskeiðunum, m.a. ferðsluoffur, ambulansafólk, koyrilærarar, politi og onnur.

Trý fólk, sum hava fingið stóran skaða í feðsluni og hava verið við í hesum arbeiði, vóru heiðrað við gávum á fundinum. Tey vóru: Heini Festirstein í Havn, Herit Joensen í Vestmanna, og Jákup Thomasen í Sørvági. Teirra lagnur hava havt stórt árin á teir umleið 6000 ungdómarnar, sum hava verið á skeiðunum hesi 10 árini, segði Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.