Trý eru álvarsliga meiðslað

Útlendskir miðlar skriva nú, at maðurin, sum gjørdist frá sær sjálvum við eini øks í kvøld, er skotin.

Nú skriva útlendskir miðlar, eitt nú Bild, at maðurin, sum gjørdist frá sær sjálvum við eini øks í einum týskum toki í kvøld, er skotin. Fýra fólk eru særd, harav trý eru álvarsliga løstað. 

 

Týski miðilin - Focus - skrivar, at brotsmaðurin var ein 17 ára gamal flótti úr Afghanistan, og enn veit eingin, um nakað motiv liggur aftan fyri óhugnaligu hendingina í tokinum.

 

Í fyrstani ljóðaði, at talið av særdum var oman fyri 20, men sum løtan er liðin síðan hendingina, er talið minkað niður í fýra. Aftrat teimum fýra særdu, fáa 14 fólk kreppuhjálp móti sjokki.