Harðir samanbrestir vóru í gjár í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo millum kristin og muslimar, og sambært myndugleikunum doyðu níggju fólk, og onmur 100 fingu skaða. Ófriðurin kyknaði, tá umleið 500 muslimar lupu á ta kristnu St. Mena-kirkjuna fyri at fáa fatur á einari kvinnu, sum sambært álopsmonnunum bleiv hildin aftur í kirkjuni, tí hon ætlaði sær at taka við islamskari trúgv.
Uttan fyri kirkjuna fóru muslimar og kristin at steina hvør annan, og muslimarnir settu eld á ein bygning tætt við kirkjuna.
Myndugleikarnir sendu bæði løgreglumenn og hermenn til kirkjuna. Hermenninir skutu ávaringarskot upp í loft, og løgreglan brúkti táragass fyri at fáa enda á bardøgunum.
Tey kristnu vilja vera við, at muslimarnir royndu at taka kirkjuna, men muslimarnir siga, at tað vóru tey kristnu, sum skutu fyrst. Løgreglan sigur, at eingi vápn vóru at finna inni í kirkjuni.