Trúarbólkar felags front móti Darwin

Bólkan innan bæði kristindóm, islam, jødadóm og smærri religiónir sum Hare Krishna arbeiða í hesum døgum saman um at fáa trúnna á ein “intelligentan designara”, sum stendur handan skaparaverkið. Hetta er mótsvar til menningarlæruna hjá Darwin. Trúgvin á ein “intelligentan designara” sigur, at lívið og skapanarverkið er so fantastiskt og samansett, at tað ikki kann forklárast við menningarlæruni. Tað má tí vera ein størri skapari handan skapanarverkið. Hetta ástøði um “intelligent design” fekk av fyrstan tíð fótfesti ímillum religiøsa høgravongin í USA, men hevur nú breitt seg til nógvar trúarbólkar kring heimin, sum samstarva tættari og tættari