Toyota-stjóri fekk av at vita

Stjórin í japonsku bilverksmiðjuni Toyota fekk av at vita, tá hann var til hoyringar í amerikonsku Kongressini í gjárkvøldið. Stjórin, sum eitur Akio Toyoda, var komin í Kongressina at svara spurningum í sambandi við, at japanska verksmiðjan hevur kallað meiri enn átta milliónir bilar innaftur, tí teir vístu seg ikki at vera í lagi.

Hann segði, at verksmiðjan átekur sær fulla ábyrgd teimum óhappum, sum brekini hava verið atvoldin til.

Í løtuni verður kannað, um 30 ferðsluvanlukkur við Toyota-bilum kunnu setast í samband við tey teknisku brekini.