Í gjár steðgaði Uber royndum við sjálvkoyrandi bilum eftir eina deyðsvanlukku. Í dag gjørdi Toyota tað sama.
Bilframleiðarin Toyota steðgar fyribils royndum sínum við sjálvkoyrandi bilum.
Tað hendir eftir at tað í gjár kom fram, at ein kvinna í Tempe í USA doyði av einum sjálvkoyrandi Uber-bili.
Í fráboðan grundgevur Toyota avgerðina við, at »vanlukkan kanska fer at hava kensluliga ávirkan á okkara royndarkoyrarar. Hetta "time-out" er ætlað til at geva teimum tíð til at koma fyri seg ".
Í gjár avlýsti samkoyringartænastan Uber allar royndir við sjálvkoyrandi bilum í Phoenix, Pittsburgh og San Francisco í USA eins og í Toronto í Kanada.
Tað hendi eftir at ein kvinna seint sunnukvøldið varð ákoyrd av einum sjálvkoyrandi Volvo frá felagnum og doyði av løstunum.
Kvinnan var á veg yvir um vegin í býnum Tempe í amerikanska statinum Arizona, tá hon varð rakt.
Borgarstjórin í Tempe, Mark Mitchell, segði vanlukkuna vera »syndarliga« og legði afturat, at hann stuðlar avgerðini hjá Uber um at steðga royndarkoyringunum til »hendingin er kannað og orsøkin funnin«.
Arizona hevur boðið feløgum, sum arbeiða við sjálvkoyrandi bilum, vælkomnum við linari lóggávu á økinum, enn aðrir statir og lond hava.
Deyðsvanlukkan er tann fyrsta í spírandi ídnaðinum fyri sjálvkoyrandi bilar.
Sjálvkoyrandi bilar hava verið í øðrum smærri óhappum. Tá hava menniskju sum oftast fingið skuldina fyri, at tey hava koyrt á sjálvkoyrandi bilarnar.
Løgreglan á staðnum kannar enn málið um Uber-vanlukkuna. Síðani skal tað metast um, hvørt onkur skal ákærast.
Ferðslutrygdarráðið, NTSB, kannar málið. Tað sama ger »National Highway Traffic Safety Administration«, sum er ein myndugleiki undir amerikanska Flutningsmálaráðnum.
/ritzau/Reuters