Toyota Avensis Verso og Toyota SportsVan er sami bilur, annar er ein MPV til seks ella sjey persónar og hin er ein vørubilur við stórum vørurúmi. Avensis Verso og SportsVan eru avloysarar fyri Toyota Picnic.
Nú hava teir fingið eina sonevnda "facelift". Framman eru nýggjar lyktir og kúfangari, motorhjálmurin og kølaragittari eru eisini broytt, soleiðis at bilurin nú sær meira "muskuløsur" út.
Aftan eru eisini nýggjar lyktir og kúfangari. El-síðuspeglini kunnu nú leggjast inn móti bilinum við el-megi, um bilurin skal parkerast, har sum trongligt er - sum t.d. umborð á bilferjum. Radioantennan á takinum er skift út við innbygda antennu í rútinum.
Innan sær bilurin eisini dýrari út við betri tilfari í stíl við Lexus við t.d. titanium panelum á instrument-borðinum. Sum nakað nýtt fæst SportsVan nú við einum sokallaðum komfortpakka við t.d. heilautomatiskum klimaanleggi og fjar-stýrdum radio við innbygdum fløguspælara og seks hátalarum. Eisini hoyra tokulyktir til luksuspakkan.
Setrini hava WIL (Whiplash Injury Lessening) skipan, sum ger at tey eru aktiv, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá, fyri at verja ímóti skaða á høvd og nakka.
Skivubremsur eru við øll hjólini og ABS bremsuskipan við EBD (Electronic Brake Distrubution) og BAS (Brake Assist System).
SportsVan fæst við tveimum 2,0 litur motorum: einum VVTi-bensin við 150 hk og einum D4-D commonrail diesel við beinleiðis innspræning og turbo við 116 hk.
????
Toyota SportsVan 2.0 D-4D
Motorurin2,0 litur D-4D diesel við 116 hk
v. commonrail innspræning og turbo
0-100 km/t12,5 sek.
Oljunýtsla15,4 km/l
Dekkstødd205/65-15
Stødd og vekt:
Longd469,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd172,5 cm
Eginvekt1525 kg
Totalvekt2150 kg
Vørurúm 2,4 rúmmetrar
Prísur kr. 258.600,- v.komfortpakka
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo