Toyota var akkurát ov stutt til at gerast Føroya mest selda bilmerki í fjør, so sum Toyota plagar at vera. Citroen seldi ein bil fleiri enn Toyota í fjør, 311 móti 310.
Men higartil í ár hevur Toyota selt tveir bilar fleiri enn Citroen. Men nú er Volkswagen komið við í kappingina um mest selda bil. Tí Volkswagen hevur selt líka nógvar bilar, sum Toyota, 44 bilar.
10 tey mest seldu bilmerkini tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru:
Bilmerki | Akf.tal |
TOYOTA | 44 |
VOLKSWAGEN | 44 |
CITROEN | 42 |
NISSAN | 41 |
MITSUBISHI | 39 |
FORD | 29 |
HONDA | 16 |
OPEL | 15 |
SUZUKI | 15 |
MERCEDES-BENZ | 13 |
|
|
Nýggjastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at bilasølan framvegis veksur, tí tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár eru 86 fleiri akfør eru seld í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Sum vant er tað talið av seldum persónbilum, sum er nógv tað størsta. Higartil í ár eru seldir 309 persónbilar í mun til 252 sama tíðarskeið í fjør.
Meira sæst um bilasøluna VIÐ AT TRÝSTA HER