Toyota iQ er ein minibilur, sum er minni enn 3 metrar langur. Talan er um tann minsta minibilin til fýra persónar á marknaðinum. Bilurin verður gjørdur bæði sum bensin og diesel.
Nýggur Toyota Avensis er eisini komin á marknaðin. Talan er um triðju generatión av Avensis, sum er ein sera týðandi bilur hjá Toyota og ein av teirra mest seldu bilum. Avensis fæst bæði í bensin- og dieselútgávum sum sedan og stationcar.
Toyota Urban Cruiser er ein sonevndur crossover, sum er ein av hesum nútímans rúmligu familjubilunum við kassalíknandi designi og liðiligari innrætting. Í stødd er Urban Cruiser millum Toyota Yaris og Auris. Bilurin er líka undir fýra metrar langur og fæst bæði í bensin- og dieselútgávum sum 4x4.