Sølan av nýggjum persónbilum í Føroyum í ár er nógv minkað í mun til í fjør. Í fjør vóru seldir 1240 persónbilar í mun til 693 í 2009. Ein minking upp á 44 prosent. Sølan av vørubilum er minkað frá 289 í 2008 til einans 92 í 2009. Ein minking upp á heili 68 prosent.
Mest selda bilmerkið er Toyota við 121 bilum, nummar tvey er Citroen við 114 og nummar trý er Ford við 94 bilum.