Toyota Corolla - sum hatchback, stationcar og Verso

Toyota Corolla er ikki hvør sum helst í bilheiminum. Umframt at teir eru av heimsins mest seldu bilum, eru teir eisini kendir fyri at vera haldgóðir og álítandi. Nýggjasti Corolla fær sera góð ummæli í útlendskum bilmagasinum, og hann hevur longu víst seg at verða ein succes

Magnus Gunnarsson

Í meira enn 30 ár hevur Corolla verið ein stórseljari í sínum klassa. Onki er at ivast í at konstruktørarnir hava havt tann minna Yaris sum fyrimynd, tá teir hava teknað Corolla. Modellskráin er samansett av hatchback við 3 og 5 hurðum, stationcar og Verso, ið hevur øðrvísi design og er góðar 10 cm hægri enn hinir. Corolla sedan verður gjørdur í Turkalandi, men óvist er nær hann kemur hendanvegin

VVTi motorar
Tær vanligu útgávurnar hava 1,4 litur motor við 97 hk ella 1.6 litur við 110 hk, umframt T Sport sum fæst við 192 hk. Allir motorarnir hava tað framkomnu VVTi tøknina, og eru sera orkusparandi Dieselmotorurin er ein 2.0 litur commonrail við 90 hk. Eins og fleiri aðrir nýggir bilar hava allar útgávurnar elektriska servostýring. Koyrieginleikarnir eru so góðir, sum man kann ynskja sær í einum nútímans bili.

Stationcar og Verso
Stationvognurin, ið er góðar 20 cm longri enn hatchback, er ein rúmligur bilur við góðum plássi til viðføri. Við tað at aksilfrástøðan er størri enn á forgangarunum, er meira pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Umframt Yaris Verso og Avensis Verso hevur Corolla nú eisini ein Verso. Verso skilir seg út frá hinum Corolla modellunum í nógvar mátar. Hann er bygdur í MPV stíli, við høgum taki og er sera rúmligur og barnavinarligur innan.

Smart design

Nógv er gjørt burturúr at halda kvalitetin á bilinum á so høgum støði sum gjørligt. Hetta merkist serliga innan, har til dømis tilfarið í instrumentborðinum er bleytari, og lítið er brúkt av hørðum plastikki. Allar útgávurnar hava originalt radio sum standard. Designið er smart og alt er gjørt fyri at tekkjast evropeisku keyparunum, sum eisini hava tikið væl ímóti nýggja Corolla.