Toyota best selda bilmerki í Føroyum

Reyni Service P/F eigur best selda bilmerki í Føroyum. Ígjøgnum mong ár hevur Toyota ligið á toppinu, og aftu rí 2014 gjørdist Toyota best seljadni bilurin í Føroyum. Støðug úrslit og marknaðarpartur saman við høgum tænastustigi tykist at vera lykilin til góðu úrslitini.

 

Toyota er best selda bilmerki í Føroyum. Í 2014 vóru 302 nýggir Toyotabilar seldir, og gjørdi hetta, at Toyota einn einaferð gjørdist Føroya best seljandi bilur.

 

Hetta eru 48 bilar fleiri enn Citroen, ið kom á øðrum plássi og eru heili 164 bilar til nummar trý á listanum, Ford, við 138 seldum bilum.

 

So mikið nógv trýr bilasølan Reyni Service P/f upp á Toyota bilarnar, at tey hava valt at satsa 100 prosent upp á hetta bilmerki saman við Lexus, ið er bilmerki í dýrara endanum av Toyota merkinum. Hetta er sermerkt, tí allar hinar bilasølurnar hava satsað upp á tvey, trý ella fleiri bilmerki.

 

At tað ikki er nøkur trygd til tess at selja nógvar bilar, at satsa upp á sølu av fleiri bilmerkjum, er Reyni Service besta dømið um, tí Toyota einsamalt seldi so mikið væl, at Reyni Service gjørdist næst best seljandi bilasølan í 2014, har fimti hvør nýggi bilur á gøtunum var ein Toyota bilur.

 

Samanlagt hevur Reyni Service 19 prosent av føroysku bilasøluni, tá 2014 verður brúkt sum grundarlag.

 

Bestu inntjeningina

At nógvir Toyotabilar koyra í Føroyum sæst eisini aftur á roknskapinum hjá felagnum. Øll árini síðan 2006 er tað júst Reyni Service, ið hevur havt besta bruttovinningin, tá talan er um føroyskar bilasølur, og bruttovinningurin í 2014 hækkaði eisini við 13 prosentum úr 19,6 milljónum krónum í 2013 upp í 22,2 milljónir krónur í 2014.

 

Úrslitið áðrenn skatt gjørdist eisini betur enn undanfarin ár og hækkaði við 0,7 milljónum upp í 5,7 milljónir krónur. Hetta er samstundis besta úrslit felagsins síðan metárini í 2006 og 2007.

 

Reyni Service hevur eisini so nógv tað størsta starvsfólkaliðið. Tað starvast í dag 52 fólk hjá felagnum. Starvsfólkatalið hevur seinastu tíggju árini ligið javnt um 50 starvsfólk.

 

Samlaði starvsfólkakostnaðurin var í 2014 knappar 17 milljónir krónur. Hetta er 1,7 milljón krónur meir enn í 2013 oggevur eina meðalløn fyri hvørt starvsfólk upp á 322.000 krónur um árið.

 

Góður rakstur

Burtursæð frá teimum báðum árunum 2008 og 2009, tá felagið hevði hall, hava úrslitini hjá Reyni Service verið millum tey allarbestu.

 

Soleiðis er samlaða úrslitið áðrenn skatt hesi seinastu fimm árini frá 2010 til 2014 19,3 milljónir krónur. Hetta er samstundis meir enn tvífalt tað, nummar trý á inntøkulistanum hevur megnað. Tað er bert Waag & Co., ið hevur havt størri avlop seinastu fimm árini, 25,5 milljónir krónur.

 

_____________________________________________

Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg