Toyota aftur á tindunum

Higartil í ár er Toyota mest seldi bilur í Føroyum

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni – og tað snýr seg bæði um, at Toyota er mest seldi bilur higartil í ár, og at Toyota er mest seldi bilur í mars-mánaði.

Hóast Toyota mangan hevur verið mest seldi bilur í landinum, so hevur Toyota seiastu árini fingið kapping frá øðrum bilmerkjum.

Higartil í ár eru seldir 69 nýggir Toyota bilar. Næst Toyota kemur Hyundai við 57 bilum og síðani Volkswagen við 44.

Í mars mánaði seldi Toyota 28 bilar. Næst Toyota kom Volvo við 23 og Mercedes-Benz við 20.

Her er topp 10 listin yvir mest seldu bilar higartil í ár:

TOYOTA 69

HYUNDAI 57

VOLKSWAGEN 44

FORD 42

VOLVO 42

MERCEDES-BENZ 35

KIA 33

CITROEN 22

RENAULT 21

MAZDA 17

 


Her er topp 10 listin við mest seldu bilum í mars mánaði:

TOYOTA 28

VOLVO 23

MERCEDES-BENZ 20

VOLKSWAGEN 20

HYUNDAI 17

MAZDA 13

FORD 12

KIA 10

CITROEN 8

BRENDERUP 7

Bilmerki

TOYOTA

VOLVO