Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr nú Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um útjavningarstuðulin til útoyggjar.
Jónleif Johannesen sigur at útjavningarstuðulin fyri árið 2017 er næstan uppbrúktur og at tað kann hava óhepnar fylgir við sær, ið kann raka útoyggjar meint.
Árliga upphæddin í útjavningarstuðuli er ein millión krónur.
Endamálið við útjavningarstuðulinum er at útlíkna meirkostnaðin av at flyta olju og annan farm innanoyggja hjá fastbúgvandi í útjaðaraøkinum í Føroyum. Tað eru almennu flutningsfeløgini, ið virka eftir hesum. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá SSL.
Tað er millum annað júst hetta, sum Jónleif Johannesen vil vita meir um. Tí spyr hann hesar spurningar:
1. Verður kostnaðurin fyri farmatúrar til útoyggjar goldin av útjavningarstuðulinum til útjaðaraøkið?
2. Hvørji átøk eru og verða framd fyri, at útjavningarstuðulin til útjaðaraøkið kann strekkja longri út á árið?
3. Eru tað bert fastbúgvandi á útoyggj, sum fáa útjavningarstuðulin?
4. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at tað bert eru fastbúgvandi á útoyggj, sum fáa útjavningarstuðulin?
Jónleif Johannesen sigur, at millum annað eru gjøldini hjá Posta eisini hækkaði, ið kann hava við sær, at stuðulin røkkur styttri enn vanligt og at tað eru fólk, ið ikki búgva fast á útoyggj, sum fáa stuðul eisini.
Freistin at svara einum grein 52 spurningi er 10 yrkadagar.