ÚTOYGGJ ´07: Samskiftið bjargaði Kalsoynni

Tvey ár eru liðin síðani nýggja samnferðsluhavnin á Syðradali varð tikin í nýtslu. Bæði áðrenn og ikki minst síðani hevur oyggin ment seg munandi. Sum er hava kalsoyingar bestu umstøður at búgva á oynni, samstundis sum teir hava atgongd til frítíðarvirksemi í Klaksvík og aðrastaðni.

Sam røkir siglingina til meginlandið og tað ger hann við sjey túrum um dagin. Við bátinum fara nógv fólk til Klaksvíkar, men tað eru so sanniliga eisini nógv fólk sum koma út í oynna - og haraftat fólk sum ynskja at seta búgv og hava ætlanir um ymiskt virksemi.

Nú er so upp til kommunurnar í oynni at útvega grundøki til teirra, sum í framtíðini kundu hugsað sær at búsett seg her.

-Tað er lætt at búseta seg her, men man skal eisini liva. Tað mugu politikkararnir ikki gloymna, segði ein kalsoyarkvinna í sínari framnløgu á stevnuni í Norðurlandahúsinum