Eftir útsagnirnar hjá Bjarne Riis um doping, verður nú sett spurnartekin við, hvørt Bjarne Riis skal hava loyvi at standa á odda fyri Team CSC, tá liðið tekur lut í stóru súkklukappingini. – Skal hann hava loyvi til tað. Hann var jú eisini stjóri hjá Ivan Basso í fjør, tá hesin hevði samband við Eufemio Fuentes. Er samband millum hetta og tað, sum Riis nú viðgongur? Tað er neyðugt, at sannleikin nú kemur á borðið, so vakra ítróttargreinin kann bjargast, sigur Christian Prudhomme, stjóri fyri Tour de France.