Totti tók selfie tá hann skoraði

Francesco Totti staðfesti sína støðu sum legenda í AS Roma í dag

Francesco Totti er um nakrar ímyndin av italska felagnum, AS Roma. Í dag skoraði hann tvær ferðir, tá AS Roma spældi 2-2 javnleik móti grannunum og arvafíggindunum úr Lazio. Eftir seinna og útjavnandi málið gjørdi 38 ára gamli liðskiparin ikki mætari enn at taka eina selfie á vøllinum.

 

Les eisini: Totti elsti málskjútti í Champions League

 

Tað er einki óvanligt í hesum døgum, at fólk taka eina selfie, sum er tá tú tekur eina mynd av tær sjálvum. Hetta er eisini væl kent í fótbóltsheiminum, tá spælarar eftir ein sigur samlast á eini mynd.

 

Tó er ivasamt, um nakar hevur verið so frammi í tíðini sum Francesco Totti í dag. Í hálvleikinum var Lazio á odda 2-0 í grannauppgerðini móti AS Roma. Í seinna hálvleiki vendi liðskiparin uppgerðini við tveimum málum.

 

Eftir seinna málið fór hann rennandi út á síðulinjuna, og fekk eina fartelefon frá einum starvsfelagi í AS Roma. Síðani tók hann eina selfie. Helst verður hon at kring heimin skjótt.

 

Við málunum í dag, so er Francesco Totti tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í grannauppgerðini í Róm.