Totti neyvan til Føroya

Stóra stjørnan á italska landsliðnum í fótbólti kemur neyvan til Føroya at spæla, tá ið Italia kemur hendan vegin næsta ár at spæla EM-undandyst.

29 ára gamli Francesco Totti er í løtuni langtíðarskaddur, og tí er óvist um hann gerst klárur til HM-endaspælið í summar. Men um hann verður úttikin, verður hetta allarhelst hansara seinasta endaspæl.
Tann vandamikli áleyparin sigur við eina italska sjónvarpsrás, at hann fegin vil sleppa við til HM, tí at hetta verður hansara síðsta endaspæl sum leikari.
Totti hevur nakað at prógva fyri viðhaldsfólkinum hjá teimum himmalbláu, ið italska landsliðið eisini verður nevnt á mannamunni. Í tveimum teimum seinastu endaspølunum hevur Totti havt óhepnar leiklutir. Tann eini endaði við reyðum korti ímóti Suður Korea í 2002, og í 2004 fekk hann tríggjar dystir leikbann fyri at spýta í andlitið hjá danska leikaranum Christian Poulsen.