Totti álvarsaman skaða

AS Roma hevur hetta kappingarárið verið sera tengt at Francesco Totti, og tað kom tískil sum ein dyggur smeitur, tá ið miðvallarin um vikuskifti gjørdist álvarsliga skaddur undir Seriu A dystinum móti Livorno. Totti mátti berast av vølli stutt fyri hálvleik, og fyrstu boðini um skaðan vilja vera við, at krossbandið er slitið. Er hetta veruleiki, má Roma vera Totti fyri uttan komandi hálva árið.