Tottenham víðari eftir stórtap

Eitt mál frá Emmanuel Adebayor í eykatíðini merkti, at tað er Tottenham, ið fer víðari til fjórðingsfinaluna í Europa League og ikki Inter Milan.

 

Tað var heldur einki undan seinna dystinum í áttandaparts finaluni ið gav varhugan av, at tað skuldi enda annaðleiðis. Tí eftir 3-0 á White Hart Lane roknaðu øll seinna dystin sum ein avgreiðsluspurning.

 

Men tað gjørdist alt annað, tí eftir 90 minuttir stóð 3-0 til heimaliðið. Antonia Cassandro og Rodrigo Palacio skoraðu til 2-0, og so er eitt sindur av ósemju um, hvør skoraði til 3-0, Cassandro ella William Gallas við sjálvmáli.

 

Í hvussu er máttu liðini út í eykatíð, og stutt inn í hesa eydnaðist so Emmanuel Adebayor at skora týdningarmikla útivallarmálið. Og so nyttaði lítið, at Ricardo Alvarez skoraði til 4-1, tí samlaða úrslitið gjørdist 4-4 við Tottenham útivallarmáli.

 

Enska liðið er tískil klárt til fjórðingsfinalunar, og eins og í Champions League verður drigið um, hvør skal møta hvørjum fríggjadagin.