Tottenham tók av

Við 2-1 sigri á útivølli ímóti botnliðnum lyfti Spurs seg nærri toppinum

Andres Villas-Boas, venjarin hjá Tottenham, var ovurfegin, eftir at liðið hjá honum hevði tryggjað sær trý stig við at vinna 2-1 á útivølli ímóti botnliðnum Sunderland. Heimaliðið legði seg framum. Tá spøkti møguleikin, at tað aftur skuldi ganga illa. Marran, sum seinastu vikuna hevur hingið yvir lWhite Hart Lane, er 6-0 tapið á útivølli ímóti Manchester City.

Men Tottenham reisti seg. At tað í kvøld eydnaðist at vinna fulla úrtøku ber við sær, at liðið nú er á sætta plássið, og at tað nú bara eru trý stig fram til Liverpool og Chelsea og næstfremsta plássið.

-Hetta var framúr avrik, og spælararnir rukku einum stórum og týdningarmiklum sigri. Vit vilja fegnir vera við í toppstríðnum, og tað eru vit nú. Eftir lúsingin ímóti Manchester City var hetta ógvuliga týdningarmikil sigur, segði Tottenham venjarin Andres Villas-Boas í samrøðu við Sky Sport.