Tottenham skal hava nýggjan venjara

Premier League: Søgurnar seta Tottenham í samband við meistaravenjara

Tottenham hevur í dag sagt venjaran, Nuno Espirito Santo, úr starvi. Hann tók við eftir farna kappingarár, men longu nú er greitt at samstarvið riggar ikki.

 

Tottenham fekk annars eina dreymabyrjan við trimum sigrum upp í slag. Tað gjørdi at Nunu Espirito Santo bleiv valdur til besta venjaran í Premier League í august mánaði. Síðani hevur tað bara gingið ein veg, og tað er niðureftir.

 

Leygardagin tapti Tottenham 3-0 móti Manchester United. Tað bleiv seinasti dropin í tí, sum má sigast at vera eitt lítið bikar. Longi eftir tríggjar mánaðir skal Tottenham hava nýggjan venjara.

 

Søgurnar seta Tottenham í samband við italska Antonio Conte. Hann hevur fyrr vunnið Premier League við Chelsea, og vann seinast Seria A við Inter Milan. Hann valdi eftirfylgjandi at takka fyri seg, tí felagið seldi nakrar av bestu spælarunum.

 

Antonio Conte bleiv eisini settur í samband við Tottenham undan hesum kappingarárinum, men valdi ikki at taka av. Millum annað hevði Harry Kane boðað frá, at hann ikki ynskti at halda fram í felagnum, men hann er har enn í dag.