Tottenham og Liverpool framvegis fremst

Premier League: Nú eru tey flestu av teimum stóru at finna á fremstu plássunum

Tottenham og Liverpool vunnu í dag sínar dystir í Premier League, og liggja framvegis fremst. Tað er bara Arsenal av teimum stóru, sum ikki klárar at fylgja við í løtuni.

Tottenham vann 2-0 á Arsenal í grannadystinum í norðurlondon. Bæði málini vóru perlur eftir skjótálop. Heung-Min Son skoraði fyrst og síðani økti Harry Kane. Liverpool vann greiðan 4-0 sigur á Wolverhampton. Mohamed Salah, Georginio Wijnaldum, Joel Matip og eitt sjálvmál var munurin. Tottenham og Liverpool hava nú 24 stig í part í oddinum.

Síðani renna fýra lið aftaná. Chelsea, Leicester, Manchester United og Manchester City. Tey vunnu øll um vikuskiftið og hava millu 22 og 18 stig. Einasta av teimum stóru, sum ikki er millum tey fremstu er Arsenal, sum tapti móti Tottenham. Arsenal hevur bara 13 stig á 15. plássi.

1Tottenham1173123:924
2Liverpool1173126:1724
3Chelsea1164125:1122
4Leicester1170421:1521
5Man Utd1061319:1719
6Man City1053217:1118
7West Ham1152418:1417
8Southampton1052319:1617
9Everton1152420:1817
10Wolves1152411:1517
11Crystal Palace1151517:1616
12Aston Villa950420:1315
13Newcastle1042412:1514
14Leeds1142516:2014
15Arsenal1141610:1413
16Brighton1024414:1610
17Fulham1121811:217
18Burnley101365:186
19WBA111378:236
20Sheffield Utd1101105:181