Tottenham ger klárt til lívið uttan Bale

Nógv bendir á, at Gareth Bale í næstum verður heimsins dýrasti fótbóltsspælari og skiftir til Real Madrid. Tottenham vann í dag 5-0 á banamonnum hjá EB/Streymi, Dinamo Tblisi, í Europa League.

 

-       Merkir hetta úrslitið at vit kunnu klára okkum uttan Gareth Bale? Ja. Hetta var eitt gott úrslit. Liðið er í broytingum og tillagar seg teir nýggju spælararnar, sigur Andre Villas-Boas, venjari hjá Tottenham.

 

Tottenham hevur í summar keypt Roberto Soldado, Paulinho, Nacer Chadli og Étienne Capoue, umframt at felagið er í holt við at keypa Erik Lamela og Willian. Mett verður, at flestu av pengnum, sum skulu fíggja øll hesi keypini eru tær næstan 800 milliónir krónurnar, ið Real Madrid eru sinnaðir at keypa walisiska landsliðsspælaran fyri.

 

Tað nýggjasta er, at Chelsea nú roynir at órógva keypið av Willian við at bjóða upp á brasilska spælaran, sum er settur til sølu av russiska Anzhi.

 

Fleiri fjølmiðlar vilja vera við, at Gareth Bale verður kunngjørdur sum Real Madrid spælari í næstum. Onkur hevur enntá sett týsdagin, sum dagin, tá alt fellur endaliga upp á pláss. Gareth Bale hevur ikki spælt við Tottenham hetta kappingarárið, tí hann hevur ein skaða í fótinum.