Tottenham-fjepparar hittast í Havn

Fleiri av stóru ensku feløgunum hava fingið sær fjepparafeløg í Føroyum, og líkt er til, at fyrsta stigið til eitt Tottenham-fjepparafelag verður tikið sunnudagin.

 

Í øllum førum hava nakrir Tottenham-fjepparar sent boð kring landið um, at fólk, sum stuðla Tottenham, eru vælkomin í Bowlinghøllina sunnudagin.

 

Tá spæla Tottenham og Chelsea finaluna í Carling Cup, og dysturin verður vístur á stórskíggja klokkan 15.00. Ein tíma áðrenn ætla Tottenham-viðhaldsfólkini at hittast í Bowlinghøllini.