Tottenham bankaði uppflytararnar

Við stjørnuáleyparanum, Harry Kane, í stórformi, bankaði Tottenham í dag uppflytararnar úr Huddersfield

Tottenham vóru eirindaleysir í fyrstu uppgerðini sum varð spæld í Premier League í dag. Á útivølli móti uppflytarunum úr Huddersfield, ið annars hava tikið nógv á bóli hetta kappingarárið, vann Tottenham ikki minni enn 4-0 sigur.

 

Serliga var tað vandamikli áleyparin, Harry Kane, sum fekk tær stóru yvirskriftirnar eftir sigurin, tí hann skoraði tvey av málunum í sigrinum. Farna vikuskiftið skoraði hann eisini tvey mál tá Tottenham vann 3-2 á útivølli móti West Ham, og í vikuni skoraði hann reint hattrick í Champions League dystinum móti Apoel. Sostatt hevur Harry Kane tí seinastu vikuna skotið sjey mál.

 

Hini bæði málini hjá Tottenham vóru skotin av verjuleikaranum, Ben Davies, og miðvallaranum Moussa Sissoko.

 

Huddersfield – Tottenham 0-4 (0-3)

0-1 Harry Kane, 9.

0-2 Ben Davies, 16.

0-3 Harry Kane, 24.

0-4 Moussa Sissoko, 90.