Toto sangarin Bobby Kimball fer á pall í Høllini á Hálsi 23. februar. Tá fáa føroyingar møguleika at hoyra sangir sum Rosanna, Hold The Line, Africa og Gorgy Porgy sungnar av stóru røddini, ið Toto fjepparar elska frá plátum og fløgum. Við sær hevur hann ein bólk av heimsstjørnum.
Seinast Toto vitjaði í Føroyum var miðskeiðis í 90'unum, tá hevði Bobby Kimball ein steðg úr bólkinum, og tí sang gittarleikarin Steve Lukather á konsertini í Høllini á Hálsi. Hetta var ein minnilig konsert, og fleiri ferðir síðan hevur man roynt at fáa bólkin til Føroyar aftur - tó uttan eydnu.
Bobby Kimball var við til at stovna Toto í 1976 og stóð á odda fyri bólkinum á teimum fyrstu fýra útgávunum, til hann í 1984 fór burturúr bólkinum. Toto hevði skiftandi oddamenn til Kimball aftur kom við í 1998 og sang við til Toto gavst í 2008.
Tá Toto varð fyribils endurstovnað í 2010, valdi Kimball ikki at fara við aftur. Men heldur at halda fram við sínum egna bólki.
Í løtuni er Kimball á umfatandi konsertferð við saman við sínum egna fimmansbólki, av sera dugnaligum tónleikum. Sjálvur syngur Bobby og spælir tangentar, afturat sær hevur hann fimm sviar, við nógvum royndum gittarleikarin Tommy Denander hevur spælt á fleiri enn 2.000 útgávum við nøvnum sum: Michael Jackson, Paul Stanley, Alice Cooper, Ricky Martin, BB King, Don Henley, Sheryl Crow, David Coverdale, Carlos Santana, Jeff Beck, Jimmy Page, Westlife, Tokio Hotel, Steve Vai og Yngwie Malmsteen. Eisini hin gittarleikarin, Sayit Dölen er kendur á altjóða tónleikapallinum og hevur spælt við m.ø. nøvnum, sum Katie Melua, Yngwie Malmsteen, Enrique Iglesias og Jimi Jamison. Men eisini Ken Sandin á bassi og kóri, Pontus Engborg á trummum og kóri og P-O Nilsson á tangentum kóri og sangi teljast millum bestu sviar á sínum ljóðførum, og hava nógvar royndir.
Sjálvur sigur Bobby Kimball, at hvør einstakur av tónleikarunum er snillingur á sínum ljóðføri, og saman eru teir ein tann besti bólkurin hann hevur spælt í.
Á hesari konsertferðini er talan um sonevndar intimkonsertir, har hittløgini frá Toto tíðini eru á skránni. Tí verður uttan iva møguleiki, at syngja við til løg, sum Rosanna, Hold The Line og Africa, ið røddin á Kimball hevur fylt føroyskt útvarp og føroyskar stovur við seinastu 30 árini.
Jens Marni Hansen við bólki hitar fjøldina upp til brakið. Jens Marni, sum í løtuni arbeiðir við einari nýggjari útgávu, er í toppformi, so væl verður hitað upp.