Hinvegin hava tey, sum hava selt upsa, fingið væl minni burturúr.
Tað mesta av toskinum, sum kemur upp á land, er toskur III og IV. Í januar ársfjórðingi í fjør var meðalprísurin á hesum báðum støddunum ávikavist 13,37 og 12,14 krónur. Somu mánaðir í ár vóru prísirnir 15,92 og 13,13 krónur.
Hjá hýsuni er príshækkingin munandi størri. Í fyrsta ársfjóråðingi í fjør vóru meðalprísirnir á hýsu II og III ávikavist 10,80 og 9,91 krónur, men tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru somu meðalprísir 13,76 og 14,47 krónur.
Hjá upsanum hevur gongdin verið tann øvugta. Fyrsta ársfjórðing í 2013 fór tann størsti upsin fyri 11,24 krónur og tann næststørsti fyri 10,32 krónur. Í sama ársfjórðingi í ár vóru teir tilsvarandi prísirnir 8,94 og 8,77 krónur.
Nógv minni av upsa
Fiskamarknaður Føroya hevur selt meiri tosk, men minni hýsu og nógv minni av upsa higartil í ár enn um somu tíð í fjør.
Til 31. mars í ár seldi Fiskamarknaðurin 1.464 tons av toski ímóti 1.129 tonsum í sama tíðarskeiði í fjør. Av hýsu fóru 855 tons um uppboðssøluna í januar ársfjórðingi í ár og 968 tons í sama tíðarskeiði í 2013.
Upsanøgdin er minkað nógv. Í januar ársfjórðingi í fjør seldi Fiskamarknaðurin 201 tons. Í sama tíðarskeiði í ár var nøgdin 72 tons.
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár seldi Fiskamarknaður Føroya 3.837 tons fyri 58 milliónir krónur. Somu mánaðir í fjør seldi marknaðurin 3.990 tons fyri 50,7 milliónir krónur.