Toskurin kann goymast í havinum, men ikki føðin

Íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson hevur ofta ført fram, at toskur »goymist ikki«. Hetta er beinleiðis skeivt, men í staðin er tað føðin hjá fiskinum, sum ikki goymist.

Toskastovnurin kundi verið størri enn nú
Í sjeytiárunum lá toskastovnurin undir Føroyum millum 80 og 160 túsund tons, meðan hann seinastu fimm árini bert hevur verið millum 65 og 120 túsund tons. Hyggja vit eftir øðrum toskastovnum í Norðuratlantshavi eru flestu teirra nógv minni, enn teir einaferð vóru. Hetta vísir, at toskur væl kann goymast í havinum.
Royndin eftir toski er økt
Jón Kristjánsson sigur orsøkina vera, at royndin eftir toski var nógv størri fyrr enn nú, hóast hann ongar kanningar hevur at halda seg til. Hann letur eyguni fullkomuliga aftur fyri teimum framstigum, sum hava verið í veiðitøkni seinastu nógvu árini. Kanningar vísa, at fyri flestu toskastovnar er veiðitrýstið størri nú enn fyrr. At Jón Kristjánsson beinleiðis sigur ósatt er harmiligt og tænir ikki nøkrum endamáli um upplýsing fyri fólk.

Ikki er møguligt
at goyma føðina
Toskur kann goymast í havinum í nøkur ár, men ikki føðin hjá toskinum. Við at troyta toskastovnin hart, megnar toskurin ikki at troyta føðina til fulnar. Føði so sum nebbasild goymist ikki, tí hon er longu deyð ella etin av øðrum fiski eftir stuttari tíð (ofta minni enn eitt ár). At halda toskastovninum niðri er tað sama sum at dríva óskynsama stovnsrøkt av t.d. nebbasild og hvítingsbróðri. Tey annaðhvørt doyggja ella verða etin av øðrum.