Toskurin givið nógv minni

Tann vánaligi toskaprísurin hevur havt við sær, at norskir fiskimenn hava fingið einar 800 milliónir krónur minni fyri toskin higartil í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør Tað skrivar FiskeribladetFiskaren.

Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár landaðu norskir fiskimenn 137.000 tons av toski fyri 1,6 milliard norskar krónur. Í sama tíðarskeiði í fjør var nøgdin 144.000 tons, og virðið var 2,4 milliardir krónur.

Sostatt var ikki tann stóri munurin á nøgdini, men helvtarmunur á virðinum.

Harafturat hava teir norsku fiskimenninir eisini fingið munandi minni fyri hýsuna og upsan higartil í ár enn fyrra hálvár í fjør.