Toskurin ferðast ikki

Einans 14 av yvir 10.000 merktum toskum, sum Havstovan hevur fingið, eru fingnir uttan fyri føroyskt øki.

Magnus Heinason var í oktober úti og merkti tosk og onnur fiskasløg. Túrurin vardi í eina viku, frá 14. til 20. oktober. Tilsamans vórðu 1847 toskar merktir, umframt 85 seiðir, 62 hýsur og eitt lítið sindur av øðrum fiskasløgum, skrivar Havstovan. Nakrir toskar vórðu fluttir millum økir, soleiðis at ein møgulig ferðing ”heimaftur” kann staðfestast. 

 

Merkingarroyndirnar byrjaðu í 1997 við tí endamáli at fylgja við, um toskurin hevði tað gott ella um nakað óvanligt var áfatt. Merkingarroyndir geva millum annað upplýsingar um ferðing og vøkstur, men kunnu eisini brúkast til at meta um onnur viðurskifti, til dømis náttúrligan deyða hjá toski.

 

- Tað er eingin loyna, at stór ósemja hevur verið millum manna um toskin við Føroyar. Tá toskaveiðan øktist munandi mitt í nítiárunum vóru mong, sum søgdu, at tað var fremmandur toskur, sum kom til Føroya og at orsøkin til fiskaloysið fyrst í nítiárunum var, at fiskurin var farin burtur av føroyska landgrunninum. Við tað at ongar merkingarroyndir vórðu gjørdar við Føroyar í hesum tíðarskeiði, bar ikki til at vita við vissu, um hetta var rætt, skrivar Havstovan.

 

Merkingarroyndin, sum byrjaði í 1997, var eitt átak fyri at bøta um hetta.

- Tilsamans 36830 toskar eru merktir higartil, og 10723 eru fingnir aftur. Bert umleið 14 toskar eru fingnir aftur úr øðrum havleiðum enn tí føroyska. Hetta er umleið ein av túsund. Eitt annað áhugavert úrslit er, at toskur spjaðir seg meira á Landgrunninum, tá støðan er í ferð við at gerast ring fyri toskin og yvirliving av smáfiski gerst lítil. Merkingarroyndirnar hava eisini verið brúktar til at kanna, um stovnsmetingin av toski hevur verið á leið ella ikki, skrivar Havstovan á hav.fo.