Tað sæst aftur í miðalprísinum á søluni á Fiskamarknaði Føroya í morgun, at meginparturin av fiskinum var toskur og svartkalvi - ella ávikavist 40 tons av toski og stívliga 30 tons av svartkalva.
Besti miðalprísur á toski var 23,33 krónur fyri kilo, sum var fyri tosk 1, og toskur 2 og toskur 3 fingu ávikavist 22,33 og 20,28 krónur fyri kilo.
Tey stívliga 30 tonsini av svartkalva fóru fyri miðalprísin 31,25. Saman við frægu nøgdunum og prísinum á toski, eigur svartkalvi sín lut í, at miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt í morgun gjørdist 21,83.
Trið størsta nøgdin á uppboðssøluni í morgun var hýsa, og her var talan um 14 tons tilsamans. Mest var av hýsu 2, stívliga 9,5 tons tilsamans, og her var miðalprisurin 11,10 krónur fyri kilo.
Vit kunnu leggja aftrat, at besti miðalprísur í morgun var fyri tungu. Talan var um 1,8 tons tilsamans, og her lá miðalprísurin millum 46,75 og 48,17 krónur fyri kilo.
Tey stívliga 95 tonsini í morgun fóru fyri góðar tvær miljónir krónur.